Dávid flytur úr KÍ og til B36

Dávid B. Andreasen flytur til B36 úr barndómsfelagnum KÍ, har hann hevur spælt 53 ferðir fyri besta liðið

B36 skrivar soleiðis í dag:

 

Dávid Biskopstø Andreasen fer komandi tvey árini at spæla fyri B36. 21 ára gamli klaksvíkingurin skrivaði undir sáttmála seinnapartin.

 

Dávid flytur til B36 úr barndómsfelagnum KÍ, har hann hevur spælt 53 ferðir fyri besta liðið. Hann fekk sínar fyrstu minuttir í bestu deildini á sumri 2021, sambært FaroeSoccer.

 

Jákup Martin Joensen, venjari í B36, heldur, at í hópinum er neyðugt við sunnari kapping um plássini.

 

- Dávid er ein ágrýtin og spennandi spælari, ið er grammur eftir at vísa sítt virði í bestu deildini. Hann er tryggur á bóltinum og spælur við nógvari orku, og við sínum álopssinnaða lyndi dugir hann eisini at renna seg í nógvar góðar støður frammanfyri málinum. Dávid fer serliga at kappast um pláss á miðvøllinum, men við sínum fjølbroyttu dygdum er hann eisini førur fyri at røkja aðrar uppgávur á vøllinum, sigur hann.

 

Sjálvur er Dávid spentur at fáa seg royndan í B36.

 

- Eg eri sannførdur um, at hetta er eitt rætt stig at taka fyri báðar partar. B36 hevur lagt spennandi ætlanir fyri framtíðina, og eg fari geva mítt íkast við øllum tí, sum eg eigi, sigur hann.

 

Dávid Biskopstø Andreasen hevur í ár spælt sjey skrásettar dystir fyri U21.