Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, David Cameron, verður nú uttanríkisráðharri.
Tað váttaði skrivstovan hjá bretska forsætisráðharranum fyrrapartin.
- Vit standa yvirfyri stórum altjóða avbjóðingum, eitt nú krígnum í Ukraina og kreppuni í Miðeystri, sigur nýggi uttanríkisráðharrin.
Hann sigur seg vóna, at hansara royndir í politikki kunnu hjálpa forsætisráðharranum við teimum avbjóðingum, sum Bretland stendur yvirfyri.
David Cameron var forsætisráðharri í Stórabretlandi árini 2010 til 2016.
Tað var hann, sum gjørdi av, at fólkaatkvøða skuldi haldast um bretska ES-limaskapin, og hann talaði fyri, at Bretland var verandi í samveldinum.
Tá bretska fólkið við lítlum meiriluta atkvøddi fyri at fara úr ES, legði David Cameron frá sær sum forsætisráðharri.
Síðan tá hevur hann hildið heldur lágan profil, og hann tók seg eisini úr bretska undirhúsinum. Tí kemur tilnevningin av honum sum nýggjum uttanríkisráðharra sum ein skelkur.
Sky News veit at siga, at núverandi bretski uttanríkisráðharrin, James Cleverly, verður innanríkisráðharri, nú Suella Braverman varð koyrd úr hesum sessi.










