Tað er framvegis dugur í David Beckham. Tað prógvaði hann í dysti fyri LA Galaxy herfyri, tá teir spældu ímóti Chicago Fire. Støðan er 1-1, tá LA Galaxy fær horna í vinstru síðu. 36-ára gamli David Beckham leggur bóltin til rættis og restina kunnu tit síggja í sjónbandabrotinum undir greinini.
David Beckham hevði longu undan málinum, lagt upp 1-0 málið, ið Landon Donovan skoraði. Cristian Nazarith javnaði fyri Chicago Fire, áðrenn David Beckham tók sakina í egnar føtur.
- Eg at málmaðurin var komin eitt sindur út, so eg visti at um eg legði bóltin har, so fór onkur at fáa ein fót á bóltin, ella fór hann beinleiðis í mál. Til alla lukku, so fór hann beinleiðis í mál, segði David Beckham eftir dystin.










