Datt út av 25. hædd

Ein 17 ára gomul genta doyði, tá hon datt út ígjøgnum eitt vindeyga á 25. hædd í einum íbúðarbygningi í New York í gjárkvøldið.

Løgreglan í New York sigur, at eitt myndatól lá undir liðini á gentuni, og tí verður hildið, at gentan hevur toygt seg út av vindeyganum fyri at taka eina mynd, og at hon so hevur mist javnvágina og er dottin.

Gentan var dóttir amerikanska sendiharran í Teilandi, Eric John. Áðrenn hann bleiv sendiharri í Bangkok fyri trimum árum síðani, arbeiddi hann sum diplomatur í fleiri ár, skrivar AP.