Datt oman í Tjørnuvík

Ein 55 ára gamal tjørnuvíkingur læt lív sunnudagin, tá hann datt oman nærindis Sjeyndum

Tjørnuvík

 

Sunnudagin hendi ein syndarlig vanlukkan nærindis Sjeyndum, norðanfyri bygdina í Tjørnuvík.

Tveir mans vóru farnir norður eftir gæsnum, teir áttu í haganum, tá annar teirra var áhaldsin og fór á glið.

Tað var vátt í veðrinum, og maðurin fekk ikki fótafestið aftur. Hann gleið omaneftir lendinum, og fallið var einar 40 metrar niður í sjógv.

 

Afturfunnin

Tyrlan og Eiðis Bjargingarfelag vórðu boðsend, og tað var bjargingarfelagið, sum fann tann 55 ára gamla tjørnuvíkingin deyðan á sjónum.

Á Politistøðini í Havn visti vakthavandi ikki meira at siga um hendingina.

Jón Klein Olsen hevur málið um hendi, men hann var ikki at hitta, tá ið vit vóru í samband við løgregluna í morgun.