Datt niður av Golden Gate

Hóast fallið var 60 metrar, slapp ein 16 ára gomul genta við lívinum, tá hon datt niður av teirri kendu brúnni Golden Gate í San Fransisco í gjár. Í fyrstani hildu fólk, at hon hevði roynt at beina fyri sær, men tað avsannar løgreglan.

AP-tíðindastovan skrivar, at ein bátur frá sjóverjuni tók gentuna upp. Hon varð alt fyri eitt flutt á Marin General Hospital í San Francisco, men tíðindastovan sigur einki um, hvussu gentuni veit við.

Løgreglan í San Fransisco sigur, at á hvørjum ári beina umleið 25 fólk fyri sær við at leypa av Golden Gate-brúnni. Men stundum miseydnast tað. Eitt ní í síðsta mánað, tá ein 17 ára gamal drongur leyp av brúnni, men bleiv bjargaður á lívi.