Datt gjøgnum ísin - kundi verið sorgarleikur

Ein drongur, sum datt gjøgnum ísin í gamla vatnbrunninum í Hoyvík, varð bjargaður í síðstu løtu

Drongurin, sum var um 10-12 ára gamal, hevði krampar og var ísakaldur, tá hann var bjargaður upp á land, av Peturi, sum av tilvild kom framvið.                         
Leygarkvøldið hevði Petur H. Jacobsen verið uppi á Flat við dóttrini, sum skuldi vitja vinfólk. Útkomin úr húsinum hoyrir hann neyðaróp, og hann staðfestir skjótt, at rópini koma frá økinum við gamla vatnbrunnin, sum nú meira er átøkur eini tjørn. Økið er nærum manntómt, so Petur ger ikki mætari enn at renna móti rópunum. Hann kemur tá fram á ein drong, sum er dottin gjøgnum ísin, og sum nú liggur skelvandi og hjálparleysur í ísakalda vatninum. Uppi á landi gongur ein annar drongur ráðaleysur. Petur fær drongin upp á turt, og hann sær, at drongurin hevur krampar, og at hann er ísakaldur. Hann leggur drongin upp á eina sledu og dregur hann heim, har mamman tekur ímóti honum. Petur sigur, at drongurin hevði gingið á ísinum, og, at um talan var um eitt barn í 4-5 ára aldri, so hevði tað neyvan verið á lívi í dag.
Fólk í grannalagnum siga, at tey vanliga leggja børnunum eina við ikki at spæla í gamla vatnbrunninum, ikki minst nú frost er. Ísurin er tunnur og als ikki tryggur at ferðast á, og sum kunnugt er ikki tespiligt at detta gjøgnum ísin.
Vit spurdu Kartna Jacobsen, sum er brandmeistari og hevur ábyrgdina av tilbúgvingini hjá Tórshavnar Kommunu, um tað er ráðiligt, við slíkum vandamiklum spælipláss. Hann segði, seg ikki kenna til gamla vatnbrunnin, men at tað er kommunan, ella býargartnarin, sum hevur ábyrgdina av fríøkjum. Á Teknisku Deild hjá býráðnum fingu vit fatur á Tóra í Hoyvík, býargartnara, og segði hann, at tey ongar ætlanir hava um at tryggja økið meira.
­- Vit duga ikki at síggja, hvussu vit kunnu tryggja økið betur. Ætlanin er, at tað skal vera frítt hjá øllum, og vit duga ikki at síggja, at tað verður tryggari av at skelta, sigur hann, og vísir annars til politiviðtøkuna, sum sigur, at tað er ikki loyvt at ferðast á ísi uttan loyvi frá politinum. Og hann greiðir frá, at fyri fáum árum síðani var brunnurin fyltur við gróti, so hann nú bert er ein hálvum metur. Fyrr var hann 5 metrar djúpur.- Av løgreglustøðini sigur vakthavandi, at viðkomandi, sum hevur ábyrgdina av skelting er ikki at treffa, men at fyrispurningurin um skelting skal verða sendur víðari.