Tað er syrgiligt og sera óvirðiligt, tað sum fer fram í eldrarøktini fyri tíðina.
So harmiligt, at tað sker langt inn í hjartað.
Eg havi stóran tokka til tykk?ara, sum fyri nøkrum døgum síðani skipaðu málgagn, við tí endamálið at hjálpa teim eldru sum tørva røkt og teirra avvarðandi.
Nógv møttu til hetta tiltak, og øll í dýrastu neyð.
Avvarðandi eru:
? stúrin um, at teirra gomlu fáa lítla og onga røkt
? bangin um, at teirra gomlu sum búgva á røktarheimið, ikki fáa nøktandi umsorgan, tí færri og færri hendur eru um hesi menniskju um dagin og náttina.
Starvsfólk og røktar?leiðsl?ur skulu renna skjótari og skjótari ta alsamt tyngri brekkuna, tí røktin er spard inn á merg. Tað rørir meg at síggja og hoyra tykkara frustratiónir og vónloysi, tí tit seta dygd?ina og tænastustøðið høgt, men verða bard niður av sparingum, og hava verði tað nú gjøgnum fleiri ár.
Starvsfólk og leiðslur, sum hóast kravboð um tað øvugta, tóku til orðanna og greiddu frá veruleikanum, eru høgt í metum hjá mær. Eg meti tað verða eina dygd, at tora at traðka fram og siga frá, takk fyri tykkara ídni.
Undantaksstøða
Eldrarøktin er í undan?taks?støðu – ja, í katastrofustøðu.
Hvør skuldi trúð, at tað var neyðugt at skipa eina eldra?vernd í Føroyum.
Gjógvin millum landsins myndug?leikar og veruleikan, sum avvarðandi, starvsfólk og røktar?leiðslur hvønn dag liva í, er so stór, og hava tey stýr-andi fullkomiliga mist sa?m?bandið við fólkið.
Henda dagin hoyrdi eg Annika Olsen siga, at tørv?urin á heima?røkt er nøkt?aður. Vit vóru fleiri sum mun?di dottið av stólinum, tá hesi tíð?indi bóru?st úr sjálvum løg?tingi?num. Flest øll vita, at støðan er beint øvugt og hev?u?r verið tað í mong ár.
Veruleikin er tann, at tá fólk fáa í boðið heima?røktar?tænastu, so fáa tey tilboði alt ov seint og so fevnir tæn?ast?an um alt ov lítið. Tað kennist mest?sum, at tey gera teg kláran at fara á røktarheim.
Dagin eftir hoyrdi eg í tíðindum løgmann siga, at tað gekk væl hjá røktar?heim?un?um at halda játtanina.
Varð man ikki dottin av stóli?num av tíðindinum frá Ann?iku, so datt man í øllum før?um nú av løgmanni. Hetta var so virðisleyst av løg?manni, tí hann má verða tann einasti, sum ikki hevur hoyrt neyðarrópini. Tað snýr seg ikki bert um at halda játtan?ina, men um at veita eina nøktandi tænastu til óhjálp?in eldri menniskju.
Og tað ber ikki til við teirri játt?an, tú reypar av!
Leiðslur og starvsfólk seta alla æru í sítt fak og starv – og virð?ingina fyri teim eldru.
Tað sama kann tí?verri ikki sigast um lands?stýris?kvinnu?na og løgmann, tá tey koma við slíkum útsagnum, sum eru burtur í vón og viti.
Framtíðin
Ístaðin fyri at loysa trupul?leikarnar, verður tosa um alt tað, sum koma skal.
Endurmenning, terapi, dagtilhald, sum longst í egnum heimi, fyri?byrg?ing, samskipan og leiðslu?broyt?ingar – og um at økið skal leggj?ast út til komm?un?ur?nar.
Hesa ramsuna kenna vit nú uttanat, og er henda ram-san uttan veruligt innihald.
Sum heit luft, tí í roynd og veru sýnist tað sum, at tað bert verður bíðað eftir, at kommunurnar skulu taka yvir fíggingina hin 1. januar 2014.
Sera harmiligt at hoyra, at alt sum minnir um ítriv, terapi og stimbran er spart burtur á flestu støðum. Harmiligt tí, eg minnist við gleði aftur á, tá eg sjálv starvaðist innan eldra?røktina í Havn. Nógv er broytt, og eg kenni meg als ikki aftur í frásagnunum frá teimum, sum nú starvast í øki?num.
Eg má siga, at tað var eitt áhugavert, gevandi og menn?andi arbeiðspláss tá eg var ung. Tað var við glógvandi eyg?um og eldhuga, at vit fóru til verka.
Um skaðin ikki longu er hend?ur, so vænti eg hann hend?ur skjótt, hesin hugur og arbeiðsgleði er í fer við at blíva vekk. Eg kann ikki lata verða við at hugsað eitt sindur inn í framtíðina, hvussu fáa vit eggja teim ungu til, at vilja útbúgva seg og starvast innan eldrarøkt. Tað er ein avbjóðing.
Eitt sunt og virðiligt sam?felag er, tá ALLIR borgarar hava tað gott.
Í dag rópa tey avvarðandi neyðar?róp, men hvør lurtar?
Hvør landsins myndug?leiki torir at traðka fram og taka neyðugar avgerðir?
Vónandi bíða tit ikki alt ov leingi.