Ein maður datt leygardagin av eini 4-hjólaðari motorsúkklu á Glyvursnesi. Nakkin tók í, og maðurin kom til skaða, so sjúkrabilurin varð noyddur at fara eftir honum.
Men av tí, at ferðslulógin ikki er galdandi har, so hevði løgreglan onki við málið at gera.










