Datt av altaninum á einum skeinkistaði í Havn

Ein maður varð innlagdur til kanningar eftir at hann fekk ein harðan stoyt í nátt

Í nátt varð ein maður innlagdur á Landssjúkrahúsið eftir at hann var dottin av einum altani á einkum skeinkistaði í Havn.

Fallið var ein hædd og asfalt var undir, so stoyturin varð harður og tí varð maðurin innlagdur til kanningar.

Løgreglan sigur, at tey fóru at staðið at kanna um nakað illgrunasamt var farið fram, men tað var einki, sum bendi á, at nakað revsivert var farið fram.

Tey siga, at tey eru komin eftir, at talan var um eitt óhapp, har maðurin lenaði seg so langt út av altanini, at hann at enda misti javnvágina og datt út av.