Datt á motorsúklu oman fyri Hov

- Førarin, sum var í hjalmi og hevði ryggverju, gekk sjálvur í sjúkrabilin, sigur løgreglan.

Í gjár hendi eitt ferðsluóhapp oman fyri bygdina í Hovi.

 

- Óhappið hendi, tá ein persónur á motorsúklu koyrdi eftir vegastrekkinum, og ein seyður leyp út á vegin og fyri motorsúkluna.

 

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at tá førarin royndi at skáka sær uttan um seyðin, datt hann á súkluni.

 

- Vit vita ikki ítøkiliga, hvussu førarin kom burtur úr hesum, men vit fingu at vita, at hann gekk yvir í sjúkrabilin.

 

Løgreglan sigur, at førarin á motorsúkluni bæði var í hjálmi og hevði ryggverju, tá óhappið hendi.