Darwin 200 ár – fyrilestur um oyggjalívfrøði og lívmenning

Í samband við at Darwin verður 200 ár í ár, verður fyrilestur um oyggjalívfrøði og lívmenning á Náttúrugripasavninum

Tíðindaskriv

Rógvi Nybo

rogvi@sosialurin.fo



Mikudagin 17. juni 2009 fer enski lívfrøðingurin og professarin Robert James Berry (vanliga nevndur

Sam Berry) at halda fyrilestur um oyggjalívfrøði og lívmenning klokkan 19.30 í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð.

Sam Berry hevur nýliga givið út bókina Islands, og fyrilesturin fer millum annað at taka støði í bókini.

Høvi verður eisini at síggja smærri framsýningar við lutum úr føroysku náttúruni, ið lýsa læru Darwins.


2009 serstakt Darwin ár

Tiltakið verður skipað í sambandi við, at 2009 er lýst sum eitt serstakt Darwin ár – tað eru 200 ár

síðani Charles Darwin varð borin í heim, og 150 ár síðani bókin On the Origin of Species kom út.

Hetta verður eisini hátíðarhildið í Føroyum.

Fróðskaparfelagið, Lívfrøðingafelagið og Náttúrugripasavnið hava í felag lagt eina skrá tilrættis fyri

2009, har tey á ymiskan hátt lýsa persónin Charles Darwin, læruna um lívmenning og hvønn týdning

hansara arbeiðið eftirfylgjandi hevur havt á millum annað lívfrøði, heimspeki og bókmentir.

Læran hjá Darwin, um at tær livandi verurnar eru vorðnar til við náttúruligari útveljing gjøgnum milliónir

av árum, hevur kollvelt okkara fatan av heiminum, og hevur lært okkum at síggja okkum sjálvi sum

ein part av náttúruni.