Darth Vader farin, 83 ára gamal

Dave Prowse spældi Darth Vader í upprunaligu Star Wars filmunum

Dave Prowse, ið var maðurin í Darth Vader draktini í upprunaligu trimum Star Wars filmunum, er deyður, 83 ára gamal.

Prowse, sum var føddur í føddur í Bristol í Onglandi 1. juli 1935, var upprunaliga vektlyftari og bodybuildari, áðrenn hann byrjaði lívsleiðina sum sjónleikari, og tað var í leiklutinum sum Darth Vader, at hann veruliga gjørdi sítt gjøgnumbrot.

Prowse spældi Darth Vader í upprunaligu Star Wars filmunum; Star Wars, The Empire Strikes Back og Return of the Jedi.

Talan var kortini um ein avmarkaðan leiklut, ið Prowse hevði sum Darth Vader. Hóast Prowse hevði replikkir, tá filmarnir vórðu tiknir upp, valdi George Lucas, leikstjóri, at dubba yvir røddina hjá Prowse, og tað var eingin annar enn James Earl Jones, sum tí eigur røddina hjá Darth Vader. Harumframt var tað eisini bretski svørfektarin, Bob Andersson, ið spældi Vader til flestu senur, sum kravdu svørspæl.

Darth Vader er mest av øllum kendur fyri serligu maskuna við andiapparatinum, ið hann ongantíð tók av.

Og tó. Bert einaferð varð maskan tikin av Darth Vader, men tá var tað ikki Prowse, ið var innanfyri. Ístaðin hevði George Lucas tikið avgerð um at lata Sebastian Shaw spæla ta senuna, og sostatt eisini leggja andlit til Vader.

Prowse gjørdist í 2000 riddari av bretska ríkinum fyri arbeiðið sítt at bøta um ferðslutrygd í Bretlandi.