3. umfar í FM-kappingunum í einmansleiki í dart hava verið í Skopun. 26 menn og níggju kvinnur vóru við í kappingini. Sørsti dramatikkurin var í mans finaluni, har Uni Árting vann 6-5, eftir at hava verið aftanfyri 5-1.
Hjá monnum manglaðu fleiri spælarar í betra endanum, og tí vóru summir bólkar munandi sterkari enn aðrir. Hetta hevði millum annað við sær, at Jón Johansen og Petur Thomsen ikki kláraðu at liva upp til styrkismetingina.
Í endaspælinum reyk millum annað eisini Remy Gaardlykke, tá hann í spennandi dysti tapti 4-3 fyri Kjell Johansen, sum spældi sína fyrstu kapping í hesum kappingarárinum. Hann kom allan vegin til finaluna.
Her var um reppið, at Kjell Johansen fór avstað við øllum. Hann var á odda 5-1 móti Una Árting, men tað endaði við at Uni reistist og vann 6-5. Avgerandi setti lukkaði hann við 14 pílum, eftir at hava fingið tvær ferðir 140.
Kvinnur
Hjá kvinnum vóru FM-finalistarnir frá 2017, Eyðna Olsen og Maibrit Hvíthamar, við fyri fyrstu ferð í heyst. Hinvegin var Lýdia á Smið, sum domineraði alt síðsta kappingarár, ikki við.
Í bólkaspælinum vunnu Maibrit Hvíthamar og Birthe Sikivat hvør sín bólk. Maibrit og Birthe vunnu eisini í fjórðingsfinaluni. Í hálvfinaluni mátti Birthe lúta fyri Anniku Joensen, meðan Maibrit vann móti Eyðnu Olsen. Finalan endaði við 4-1 sigri til Anniku.
Menn :
1. Uni Árting (HDF)
2. Kjell Johansen (HDF)
3. Niels Thomsen (HDF)
3. Jóhan Hansen (HDF)
Hægst útgang: Uni Árting 127
Fæst pílar: Jón Johansen 14
Kvinnur:
1. Annika Joensen (Team Sandoy)
2. Maibrit Hvíthamar (HDF)
3. Birthe Sikivat (ADF)
3. Eyðna Olsen (Team Sandoy)
Hægst útgang: Annika Joensen 76
Fæst pílar: Annika Joensen 28