Dart: Uni fór avstað við stóra vinninginum

Uni Árting fór avstað við stóra vinninginum í 6. umfari í FM kappingini í dart

Uni Árting fór avstað við stóra vinninginum í 6. umfari í FM kappingini í dart. Luttøkan var óvanliga stór og spælið á høgum stigi, tí eitt pláss í Iceland Opan stóð upp á spæl – umframt FM stig. Heili 46 mans vóru tilmeldaðir, tá 6. umfar í FM kappingini í dart var í Miðvági fyri kortum. Umframt vanligu FM-stigini, sum spælararnir fáa til kappingingarnar, so var eykavinningur eisini. Eitt pláss í Iceland Open.

 

Sagt verður eisini frá heili 19 ”180 arum” í kappingini, sum er nógv. Remy Gaardlykke vann A-kappingina, sum er við bólkaspæli og styrkismetinum, meðan Uni Árting vann B-Cup kappingina, har spælt verður uttan bólkaspæl og styrkismeting. Samanlagt fekk Úni Árting fekk stig og fekk tí plássið í Iceland Open.

 

Tað var spenningur um plássi líka til finaluna í B-Cup kappingini, tí vinnarin av kapingini fór avstað við stóra eykavinninginum. Her vóru Uni Árting úr Havnar Dartfelag og Emas Mikkelsen úr Pílar og Skot í finaluni.

 

Fyrr um dagin hevði Remy Gaardlykke vunnið A-kappingina í spennandi finaludysti móti Jan McIntosh. Her var neyðugt við níggjunda og avgerandi settinum, fyri at finna ein vinnara. Remy Gaardlykke vann 5-4, men fall longu í 1/16 finaluni í B-Cup kappingini. Tí blivu samlaðu stigini ikki nokk til at sleppa til Íslands.

 

Longu í hálvfinalunum var greitt, at allir fýra luttakararnir kundu vinna plássið í Íslandi, um úrslitini koppaður teirra veg. Tí var eisini stórur spenningur í hálvfinalunum, har Esmar Mikkelsen vann á Boga Isaksen, og Uni Árting vann á Jan McIntosh.

 

Finalan gjørdist sostatt ein beinleiðis uppgerð um luttøku í Iceland Open. Bæði Uni Árting og Esmar Mikkelsen spældu væl. Teir fylgdust til 3-3. Í sjeynda setti helt Esmar Mikkelsen seg hava lukkað til 4-3, men hann rakti skeivan double. Hóast hann slapp at royna einaferð aftrat, so var konsentratiónin farin, verður sagt úr Miðvági. Uni Árting fór avstað við settinum, og tók eisini avgerandi settið aftaná.

 

D16 skipar fyri næstu kapping, ið verður á Svangaskarði 27. januar.

 

Úrslit: 

Menn A-bólkur 

1. Remy Gaardlykke (D16)

2. Jan McIntosh (HDF)

3. Petur Thomsen (D16)

3. Bjartur Olsen (ADF)

Hægst útgang: Allan við Rætt 141

Fæst pílar: Remy Gaardlykke 14

 

Menn B-bólkur

1. Oddfinn Hansen (HDF)

2. Gunnar Mouritsen (HDF)

3. Jón Johansen (VDF)

3. Kristian Joensen (KDF)

 

Kvinnur (kapping 1)

1. Lýdia á Smið (Kaldbak)

2. Liss á Fjallinum (HDF)

3. Joan Edvør Thomasen (VDF)

3. Gunnbjørg Dam (VDF)

Hægst útgang: Lýdia á Smið 69

Fæst pílar: Gunnbjørg Dam 34

 

Menn beinleiðis cup

1. Uni Árting (HDF)

2. Esmar Mikkelsen (Pílar & skot)

3. Jan MacIntosh (HDF)

3. Bogi Isaksen (KDF)

Hægst útgang: Uni Árting 160

Fæst pílar: Gunnar Mouritsen 15

 

Kvinnur (kapping 2)

1. Lýdia á Smið (Kaldbak)

2. Gunnbjørg Dam (VDF)

3. Annika Joensen (Team Sandoy)

3. Vivian Andersen (HDF)

Hægst útgang: Gunnbjørg Dam 88

Fæst pílar: Gunnbjørg Dam 23