Um vikuskiftið hevur størsta einstaka dartkappingin verið. Tórshavn Open er í nógvar mátar steypakappingin í føroykum dart, hóast útlendskir spælarar eisini eru við. Remy Gardlykke, sum fyrr í ár vann FM, vann eisini Tórshavn Open.
Les eisini: Málið er altjóða viðurkenning
Við sigrinum hevur hann staðfest, at hann er besti spælarin í landinum. Eftir eina heldur vánaliga FM kapping í fjør, so hevur hann vunnið bæði FM og Tórshavn Open í ár, umframt at blíva nummar 33 til Danish Masters.
40 ára gamli Remy Gardlykke vann í hálvfinaluni á vinnaranum frá 2016, Winnie Kuchel, meðan Jan McIntosh vann á verandi vinnaranum, Una Árting, í hinari hálvfinlauni. Í finaluni vann Remy Gaardlykke rímiliga sannførandi.
Í tvímansleikinum vunnu Uni Árting og Jan McIntosh á Remy Gaardlykke og Peturi Grønagarð. Hjá kvinnunum vann Malene Grisenvold, eftir ein sigur í finaluni á Birthe Sikivat.
Úrslit frá Tórshavn Open 2018
Menn:
1 Remy Gaardlykke
2 Jan McIntosh
3 Uni Árting
3 Winni Kuchel
Fægst pílar
Teitur Torleifsson, 13
Hægst útgang
Uni Árting, 157
Kvinnur:
1 Malene Grisenvold
2 Birthe Sikivat
3 Lydia á Smið
3 Gitte Koefoed
Fægst pílar
Gitte Koefoed, 23
Hægst útgang
Gitte Koefoed, 52
Tvímansleikur
1 Jan McIntosh & Uni Árting
2 Remy Gaardlykke & Petur Grønagarð
3 Winni Kuchel & Steffen Koefoed
3 Heri Kalsoy &
Fægst pílar
Kristian Joensen & Bogi Isaksen, 13
Hægst útgang
Jan McIntosh & Uni Árting, 104