Í kvøld er finalan í størstu dart-kappingin í heiminum – PDC World Championship. Finalan verður millum favorittin og núverandi heimsmeistaran, Michael van Gerwen, og litfagara avbjóðaran úr Skotlandi, Peter Wright.
Michael van Gerwen hevur helst verið heimsins besti dartspælari samanlagt seinastu tíggju árini. 30 ára gamli hollendingurin hevur vunnið kappingina tríggjar ferðir og hevur verið millum 16 teir bestu síðani 2012, hartil fleiri fjórðingsfinalur, hálvfinalur og finalur.
##med2##
Avbjóðarin er 49 ára gamli Peter Wright úr Skotlandi. Teir møttust í finaluni í 2014 og tá vann Michael van Gerwen. Viðmerkjarar halda fyri, at hesir hava eisini verið teir bestu spælararnir í 2019. Sermerkt við Peter Wright er, at hann altíð hevur litfagurt hár og ger nógv burtur sær sjálvum.
##med3##
Annars hevur stóra søgan til heimsmeistaraheitið í ár verið Fallon Sherrock. Hon bleiv fyrsti kvinnuligi spælarin at vinna eina dyst í PDC World Championship. Mett verður nú, at dart fer at fáa viðrák millum kvinnuligar spælarar.
Finalan í heimsmeistaraheitinum í dart verður í kvøld klokkan 19.