Um vikuskiftið var triða og næstseinasta umfarið av liðkappingini í dart. Havnar Dartfelag (HDF) er nú bara ein sigur móti botnliðnum frá, at vinna FM fyri lið.
Hesuferð var Klaksvíkar Dartfelag vertur fyri spennandi kapping. D9 av Skála og HDF møttust í fyrsta dysti. Um D9 skuldi gera sær vónir um at vinna FM skuldi dysturin vinnast. Her var eingin slingur í valsinum hjá HDF, sum vann 9-2. Teir, sum mannaðu liðið hjá HDF um vikuskiftið vóru Jan McIntosh – Uni Árting – Niels Thomsen og Eyðun Samuelsen.
Seinni dysturin hjá HDF var ein reinur toppdystur ímóti VDF. Liðini vóru ájøvn í stigu. Tí kundi vinnarin næstan kalla seg FM vinnara 2020. Tað sást eisini hvussu nógv dysturin hevði at siga fyri liðini. Tað bleiv eisini tosað nógv um dystin, men tá menn fóru fram til skivuna lat HDF ongan iva verða um, at teir eru besta liðið í landinum. Eftir fimm teir fyrstu dystirnar var støðan 5-0. Og sjálvt um vágamennirnir royndu at koma aftur, so var einki at gera og vann HDF 9-4.
##med2##
Havnar Dartfelag hevur nú ein dyst eftir, sum er móti næstbesta liðnum hjá felagnum, sum liggur niðast. Tað skal henda eitt undur, um teir ikki vinna FM, skrivar Dartsambandið. Sjálvt um tað er lítil spenningur um FM-heitið undan seinasta umfarinum, so er stórur spenningur um 2. og 3. plássið. Teir seinastu dystirnir verða leiktir í Klaksvík 7. mars.
Øll sjey liðini í deildini møtast á sama stað hvørjaferð, og spæla so ein til tveir dystir í part aftaná fýra umfør hava øll møtst einaferð, og so verður FM vinnarin, tann ið er fremstur.