5. umfar av FM-kappingini í dart hevur verið um vikuskiftið á Svangaskarði. Hjá monnunum vann Bogi Isaksen, meðan Eydna Olsen vann hjá kvinnunum.
Mest óvæntaða úrslitið í kappingini var, tá Bogi Isaksen í fjórðingsfinaluni vann heili 4-0 á favorittinum Remy Gaardlykke. Í finlauni møtti klaksvíkingurin Jan McIntosh. Av Toftum verður sagt, at talan var um eina góða finalu millum tveir góðar spælarar. Bogi Isaksen vann 6-3.
Hjá kvinnunum var finalan millum Lýdia á Smið og Eydnu Olsen. Her bleiv ongantíð tann heilt stóri spenningurin, tí Eydna Olsen vann 4-1. Sagt verður, at Lýdia á Smið spældi ikki upp til sítt besta og rakti ikki eins væl, sum hon plagar.
Til saman vóru 38 mann og 11 kvinnur við til 5. umfar av FM-kappingini.
Úrslit:
Menn
1. Bogi Isaksen (KDF)
2. Jan McIntosh (HDF)
3. Niels Thomsen (HDF)
3. Heri Kallsoy (Team Sandoy)
Hægst útgang: Kjell Johansen 149
Fæst pílar: Niels Thomsen 13
Kvinnur
1. Eydna Olsen (Team Sandoy)
2. Lýdia á Smið (Kaldbak)
3. Elisabeth Nicolajsen (Team Sandoy)
3. Vivian Andersen (HDF)
Hægst útgang: Annika Joensen 85
Fæst pílar: Lýdia á Smið 24