Dart: Bárður Olsen verjir ikki FM

Argjamaðurin vinnur ikki FM aftur í ár – hann verður ikki við

Bárður Olsen vann í fjør FM í dart. Í morgin verður FM finalan í Skopun, men tað verður uttan Bárð Olsen, ið er skaddur. Hann hevur í dag tikið avgerð um, at hann ikki verður við í morgin, hóast hann er millum teir 32, ið hava vunnið seg til finaluna.

 

Les eisini: "The Mouth" klárur til FM

 

- Eg havi ein skaða í økslini og havi ikki spælt dart í eitt hálvt ár. Eg havi roynt at kasta nakrar pílar seinastu dagarnar, men havi valt at melda frá. Tað nyttar einki, at eg møti og bara kastið nakrar pílar. So eg verið ikki við og verji ikki mítt FM, sigur Bárður Olsen.

 

FM finalan verður í Skopun í morgin. 32 mans og átta kvinnur eru við. Hálvfinalurnar og finalurnar í einstaklingum, umframt finalurnar hjá kvinnum og tvímansleiki, verður beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum.