Dart: Avbjóðarin setti favorittin upp á pláss

Michael Smith er PDC heimsmeistari fyri fyrstu ferð, eftir at hann í kvøld setti Michael van Gerwen upp á pláss

Michael Smith er PDC heimsmeistari fyri fyrstu ferð, eftir at hann í kvøld setti Michael van Gerwen upp á pláss. Hetta er triðju ferð, at Michael Smith er í finlauni, men fyrstu ferð at hann vinnur.

 

Finalan fer í søguna fyri tað besta einastaka “leg” í dartsøguni. Toppurin av dart er at klára frá 501 og niður á null upp á níggju pílar. Tað hendi til dømis bara eina ferð til HM-endaspælið hesaferð, tað var í finlauni.

 

Michael van Gerwen og Michael Smith skiftust um at raka so neyvt sum tilber. Tað endaði við at Michael van Gerwen var nakrar millimetrar frá at klára tað við níggjum pílum, og aftaná kom Michael Smith og kláraði tað við níggju pílum. Tú kundi sagt 17 perfektir pílar av 18. Óhoyrt.

 

Michael Smith kom á odda 6-3 í settum og spælt verður besta av sjey. Eina løtu sá út til, at Michael van Gerwen var á veg aftur í dystin, men so kom avbjóðarin aftur á beint og vann 7-4. Michael van Gerwen var stórsinnaður eftir finaluna og segði nøkur pen orð um nýggja PDC heimsmeistaran, Michael Smith.