Mentanartiltøkini á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi halda fram. Í samband við at 25 ár eru liðin, síðan heimið varð tikið í nýtslu, verður sum kunnugt skipað fyri fleiri ymiskum almennum mentanartiltøkum á heiminum. Komandi tiltak verður mikukvøldið 22. mai kl. 19.30 í kantinuni.
Dansifelagið á Látrinum á Eiði framførir dans og dansispøl, og Rasmus A. Joensen hugleiðir um føroyska dansin.
Mentanartiltakið mikudagin verður tað triðja av fleiri. Fyrsta tiltakið var týsdagin 24. mars, tá Kingobólkurin úr Tjørnuvík sang, og Martin Restorff Jacobsen, prestur, helt fyrilestur undir heitinum “Guðs rødd á mannatungu.” Næsta tiltakið var 22. apríl, tá sangkreftir úr Fuglafirði sungu, og Zacharis Zachariasen, trúboðari, helt fyrilestur um lív og virki Victor Danielsens.
Aftaná mentanartiltakið mikukvøldið verður møguleiki at keypa sær ein kaffimunn. Tiltakið er alment, og øll eru vælkomin.