Fríggjakvøldið verður ?Unplugged? kvøld.
Hesin ?unplugged? hugburðurin er at kalla ókendur í suðuroynni, men fyrireikararnir halda at tað fer at verða væl móttikið.
Tí fyri tónleikinum standa so frægir bólkar sum Dagfinn & Impulz, sum júst hava givið út fløgu, Tónar og Prix Føroyar finalistarnir úr tvørabólkinum Wild Child.
Men afturat tí fara Eyðun ?Gulllokk? Svaldbard og Eyðun Jacobsen at royna seg sum gestasangarar.
Mótasýningini standa handlarnir Toystovan og Tip - Top á Tvøroyri, fyri.
Okkurt leskandi verður at fáa til keyps at skola alt niður við.
Fríggjakvøldið verða dyrnar upplætnar klokkan níggju, og tá verður tónleikurin. Mótasýningin byrjar klokkan ellivu.
Og klokkan eitt um náttina fara Jákup og Pól Arni at hava diskotek.
Alt tiltakið fríggjakvøldið kostar 70 krónur, men aftaná klokkan eitt kosta atgongumerkini 50 krónur.
Við atgongumerkinum ber eisini til at fáa 10% í avsláttri í Toystovuni.
Konsert leygarkvøldið
Leygarkvøldið klokkan 11.30 lata dyrnar upp, og tá verður konsert við teimum trimum bólkunum Visible Fish, Dagfinn & Impulz og Wild Child.
Aftaná konsertina fer vælumtókti suðuroyarbólkurin, Jú-men at spæla til dans. Jú-men hava annars ikki spælt eina tíð.
Prísurin fyri kosert og dans er 100 krónur.
Gjørt um seg
Teir tríggir bólkarnir, sum fara at spæla á konsertini hava allir gjørt um seg í føroyskum tónleikalívinum áður.
Gøtubólkurin, Visible Fish gjørdi rættilig vart við seg í Prix Føroyum. Teir eru esisini við á fløguni ?Rock í Føroyum 2? við lagnum ?Tenderskin?.
Tvørabólkurin Wild Child sló eisini navnið fast í Prix Føroyum, har tá nýstovnaði bólkurin tók øll á bóli, sum eitt tað besta orkestri í finaluni.
Dagfinn & Impulz hava júst givið fløguna ?Livdi av mánalýsi eina? og teir hava eisini megnað at fingið tvey løg í 15 tær bestu.










