Dansur fyri ung í Platform

Nøkur foreldur hava tikið stig til at skipa fyri dansitiltøkum fyri ung í Føroyum. Dansað verður í Platform hvørt mánakvøld frá klokkan 19.30 til 21.30

Dansur

Lise Larsen er ein av mammunum, sum hevur hugsað um tey ungu í Føroyum og teirra møguleikar. Serliga verður hugsað um, at tey skulu sleppa at halda til í rús-og roykfríum umhvørvi.
Nú er stig so tikið til at skipa fyri dansi fyri ung í Platform hvørt mánakvøld. Her er talan um at læra tey ungu eingilskan dans í samstarvi við Dansifrøi.
Tað verður ikki loyvt hjá teimum ungu at roykja innandura ella at rúsa yvirhøvur. Her verður dentur lagdur á, at tey ungu skulu eisini sleppa at stuttleika sær í einum royk- og rúsfríum umhvørvi.
Dansurin er ikki ókeypis, men tað verður ikki dýrt, tí tey ungu skulu jú hava ráð til tess.