Danskur verjuspælari til HB

HB hevur í dag gjørt sáttmála við 22 ára gamlan danskan verjuspælara

Flytingarvindeygað í føroyskum fótbólti lat aftur í gjár. In.fo skrivaði, at HB hevði ein danska verjuspælara á vitjan. Nú er greitt, at sáttmáli er gjørdur við 22 ára gamla Lasse Thillitz Andersen.

 

Sambært heimasíðuni hjá HB, so hevur Lasse Thillitz Andersen verið knýttur at 1. liði hjá Viborg, frá hann var 17 ára gamal til hann var 20 ára gamal. Hann spældi sín fyrsta Superliga dyst sum 18 ára gamal.

 

Sum skilst, so er talan um láman miðverja, sum skal spæla í miðverjuni saman við Bartali Wardum, men tað er óvist hvussu Heimir Guðjónsson, venjari hjá HB, baldar kortini, tá HB í morgin spælir móti Víkingi.

 

HB hevur eisini fingið tilgongd av Teit Jacobsen, sum verður leigaður fram til juni. Aleksandar Stankov er ikki tøkur til dystin í morgin, men væntandi spæla bæði Bartal Wardum og Brynjar Hlöðversson, eftir at hava sitið uttanfyri í fyrsta umfari, meðan Sebastian Pingel er meir enn ivasamur, eftir at hann mátti berast av vøllinum til venjing í gjár.

 

Í Gøtu er líkt til, at Elias Rasmussen ikki verður tøkur til dystin, eftir at hann meiðslaði sær fótin til venjing fyrr í vikuni. Ungi málverjin verður avloystur av enn yngri málverjan - nevniliga U19 málverjanum Bárði á Reynatrøð.