Goodwil virði 0 krónur er niðurstøðan frá Taks, og tað merkir bara, at Eik ikki fær nakran skattafrádrátt kortini.
Men hóast hetta, so ætlar bankin framvegis at draga gamla stjóran í bankum í rættin fyri ærumeiðing, tí hann hevur víst á júst hetta. Eitt mál, sum í ringasta føri kann kosta Jørn Astrup Hansen upp í tvey ára fongsulsrevsing.
- Man má hyggja eftir, hvør essensurin er í tí, sum Jørn Astrup hevur sagt. Og veruleikin er, at Astrup hevur fingið rætt. Eik hevði ikki rætt til frádráttin. Og kanska skuldi man bara havt lurtað eftir Astrup frá byrjanini av, heldur enn at draga hann í rættin nú, sigur Lars Krull, seniorráðgevi í deildini fyri økonomi og leiðslu á Aalborg Universiteti, sum hevur fylt skattamálinum hjá Eik.
Og tí er hann av tí sannføring, at tað er óalmindeliga smáligt, at draga gamla bankastjóran í rættin.
- Eik gongur í óvanliga smáum skóm, um teir ætla at gjøgnumføra rættarsakina móti Jørn Astrup Hansen, sigur Lars Krull.
Víðari sigur hann, at eftir hansara meting er tað eingin, sum uppfatar leiðsluna í Eik sum svindlarar, uttan so, at teir gjøgnumføra hetta málið móti Astrup.
- Tað sigur seg sjálvt, at atfinningar frá júst Jørn Astrup níva eyka nógv og tað er ivaleyst tí, at man reagerar so óvanliga ógvusligt. Men tað er púra høpisleyst at fara víðari við rættarsakini, nú hetta málið er loyst, sigur Lars Krull.
Súni Schwartz Jacobsen hevur boðað frá, at Eik heldur fram við rættarsakini móti Astrup, tí sum bankastjórin segði við Kringvarpið í farnu viku:
- Vit hava eina betri sak nú enn nakrantíð.










