Danskur ráðharri í samráð um føroyskar miðnámsskúlanæmingar

Danski undirvísingarmálaráðharrin, Tina Nedergaard, skal í dag í samráð um krøv til danskt og danskar uppgávur í førleikagevandi lærugreinum á føroyskum miðnámsskúlum.

Í morgin, týsdagin 25. mai 2010, kl. 13 føroyska tíð, verður hildið sonevnt samráð í Føroyanevndini hjá Fólkatinginum, har danski undirvísingarmálaráðharrin, Tina Nedergaard, er innkallað eftir umbøn frá Høgna Hoydal, fólkatingsmanni.

Hetta er fyrstu ferð, at ein ráðharri er kallaður í samráð hjá Føroynevndini, sum varð skipað fyri góðum tveimum árum síðani.

Undir samráðnum skal ráðharrin greiða frá avtaluni millum føroyska Mentámálaráðið og danska undirvísingarmálaráðið, har m.a. krøv eru sett um, at:

- allir føroyskir miðnámsskúlanæmingar skulu hava danskt á A-stigi, soleiðis at aðrar lærugreinir mugu skerjast

- at danskt ikki bert skal lærast sum eitt mál, men skal vera mentanarberandi lærugrein og amboðið til at læra onnur fak á føroyskum miðnámsskúlum

- at uppgávurnar í enskum, støddfrøði, alisfrøði og evnafrøði skulu vera danskar.

Høgni Hoydal sigur um endamálið við samráðnum:

- Síðani hendan avtalan millum danskar og føroyskar myndugleikar kom fram, hava summi fingið ta fatan, at hetta snýr eg um, hvørt føroyingar skulu duga danskt ella ikki. Tað er ein stór misskiljing, sigur Høgni Hoydal.

Hann vísir á, at landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, var herfyri á fundi við danska ráðharran, og har varð bert tosað um møguliga at endurskoða krøvini um dansktímar. Men avtalan snýr seg um nógv meira.

- Hon byggir á eina grundleggjandi staðfesting av, at føroyskt ikki verður góðkent sum eitt fullgott mál og sum høvuðsamboðið at læra aðrar lærugreinir við. Føroyskt verður í avtaluni ikki mett sum eitt førleikagevandi mál í útbúgvingarhøpi, meðan danskt hinvegin verður sett á lista sum serliga førleikagevandi. Í avtaluni verður kravt, at danskt skal lærast sum eitt amboðs- og mentanarberandi fak, soleiðis at tildømis tekstgreining, bókmentasøga og fjølmiðlafatan skulu lærast gjøgnum danskt, sigur Høgni Hoydal.

Hann leggur afturat, at hartil verður kravt at uppgávurnar í ?serliga førleikagevandi? fakum sum enskt, matematikk, alisfrøði og evnafrøði skulu vera á donskum, um hesi fak skulu geva atgongd til hægri lærustovnar.

- Tað er eitt so ógvusligt afturstig í mun til málstríðið í Føroyum, ið hevur barst fyri at koma burturúr hesi undirskipan av føroyskum sum nútímans máli. Eg fari at trýsta á fyri at fáa danska ráðharran at vátta, at eisini danskir myndugleikar viðurkenna føroyskt sum fullborið mál, ið gevur førleikar til at útbúgva seg í øllum øðrum fakum. Og eg vóni at fáa staðfest, at talan fyrst og fremst er um eina undirbrotliga støðu hjá føroyskum myndugleikum, ið hevur elvt til, at ein so avoldað avtala er undirskrivað ? og at avtalan tí verður afturtikin øll sum hon er, sigur Høgni Hoydal.

Samráðið verður sent beinleiðis á internetinum, á www.ft.dk <http://www.ft.dk/>