Rasmus Jarlov, fólkatingslimur fyri Konservativa flokkin, stuðlar rætti føroyinga at drepa grind.
Á facebookvanga sínum skrivar hann, at hansara fyrsta almenna kunngering sum talsmaður í føroya- og djóraverndarmálum, er at hann heldur, at løgreglan skal halda Sea Shepherd burtur frá Føroyum.
- Grindahvalurin er ikki hóttur, og samanborið við onnur djór, sum vit menniskju eta, so má sigast, at teir liva ótrúliga góð lív. Grindadrápið er ógvusligt, men ikki ógvusligari enn tað, sum hendir í náttúruni hvønn dag. Hetta er ein ígrógvin partur av føroyskari mentan, og vit onnur, við okkara stóru svínagørðum, eiga ikki at píska alt upp í skúm hesum viðvíkjandi.
Rasmus Jarlov er leiðari av lokalfelagnum hjá Konservativu í Keypmannahavn. Hann var varalimur til fólkatingið í 2010 til 2011, men varð á fólkatingsvalinum herfyri valdur inn sum umboð fyri konservativa flokkin.