Stóri danski hondbóltsmiðilin, hbold veit at siga, at Sonni Larsen fer eisini at vera landsliðsvenjari komandi árið hjá føroyska kvinnulandsliðnum.
Við hbold sigur Sonni Larsen: - Støðan minnir nógv um støðuna føroysku mennirnir vóru í fyri nøkrum árum síðani. Hetta er ein verkætlan, har eg skal vera til at seta kósina fyri ta ítróttarligu menningina og ta menniskjaligu menningina. Tað verður eisini mín uppgáva - eins og áður - at arbeiða tætt saman við venjarunum hjá felagsliðunum og landsliðsvenjararnar hjá teimum yngru landsliðunum um hesa menningina, greiðir Sonni Larsen frá.
- Eg gleði meg. Fyrireikingar til altjóða dystir geva mær altíð stórar upplivingar og royndir, sigur Sonni Larsen.
Sonni Larsen var landsliðsvenjari hjá monnunum millum 2017 og 2021. Hann vandi H71 millum 2016 og 2019. Sonni vann FM við H71 í 2017, 2018 og í 2019.
Føroyska kvinnulandsliðið spælir HM-undanundankappingardystir móti Kosovo í heyst. 1. november á heimavølli, og 6. november á útivølli.