Danski Miðvallarin, Thomas Asmussen ferk kanska at spæla í reyðari ÍF-blusu í summar.
Asmussen, sum hevur spælt í AB í næstbestu donsku stjørnini var annars í Teilandi, har hann tosaði við Bangkok United í næstbestu deildini í Teilandi, men har spurdist onki burtur úr og tískil er hann komin aftur til Danmarkar.
Men nú hevur tann 21 ára gamli miðvallarin verið í sambandi við fyrrverandi venjara sín, Flemming Christensen, sum er settur venjari í ÍF við tí fyri eyga at spæla fyri fuglfirðingar, skrivar bold.dk.
Hann váttar fyri bold.dk, at hann hevur samband við eitt felag í Føroyum, men miseydnast tað, fer hann at royna at fáa sáttmála við eitt danskt felag.
Á myndini er Thomas Asmussen tann aftari leikarin í hvítari blusu.










