Danskur meistari til B36

B36 hevur gjørt avtalu við 29 ára gamla Martin Pedersen, sum millum annað var partur av gull-liðnum hjá AaB í 2008.

B36-verjan hevur sæð heldur tunn út, eftir at tað gjørdist greitt, at Jonas Flindt Rasmussen ikki helt fram í felagnum.
Nú hevur árstalsfelagið typt holið, og talan er eisini um danskan avloysara.

Martin St. Pierre Pedersen er uppvaksin í AaB, og fram til 2009 spældi hann við AaB, har hann spældi 125 dystir í superliguni, og millum annað var við til at vinna danska meistaraheitið í 2008. Eisini hevur spælt á fleiri donskum U-landsliðum.

Síðani hevur hann roynt seg hjá SønderjyskE, Vejle, Hjørring og Fredericia og íslendska Valur. Skaðar argaðu tó nakað nógv í fjør, men nú er hann til reiðar at royna eitt føroyskt ævintýr.

Martin verður sagdur at vera ein skjótur og klókur spælari, sum kann spæla á mest sum øllum plássum í verjuni og á miðvøllinum, men tað verður fyrst og fremst sum miðverja, at B36 ætlar at brúka hann. Helst við Robert Heðin Brockie ella Karl Martin E. Samuelsen sum makkara.

B36 hevur framt munandi skerjingar í rakstrinum av bestamanshópinum í ár, men hóast felagið nú hevur fingið ein sterkan profil úr Danmark, so merkir hetta ikki, at felagið hevur slept fíggjarligu stýringini, sigur Sámal Ímundarson, formaður.

- Vit hava lagt eina fíggjarætlan, og har er ávís upphædd sett av til Effo-hópin. Og vit hava framvegis sum krav, at hópurin verður rikin innan fyri hesa upphædd, sigur Sámal Ímundarson.

Tað hevur í vetur ljóðað, at B36 hevur ynskt at fáa Rógva Baldvinsson sum part av hópinum, men hendan ætlanin tykist nú vera slept. Sum skilst er góður møguleiki fyri, at Rógvi fær sáttmála við okkurt norskt felag, og tí verður hann neyvan at síggja í føroysku landskappingini í ár.