Philip Lund, sum spældi við B36 í endanum av kappingarárinum 2015, hevur seinastu tíðina verið settur í samband við sama B36, og í dag er skiftið vorðið endaliga avgreitt.
B36 boðar á heimasíðu sínari frá, at sáttmáli er gjørdur við 27 ára gamla danska framherjan, sum skeyt fýra mál í sjey dystum fyrru ferðina hann spældi við B36.
Í fjør spældi Philip Lund eitt hálvt ár við DRB FC í Malaysia og síðani við Egersunds IK í Noregi. Hann er uppvaksin í Vejle, men hevur annars eisini umboðað Seattle Sounders og Oklahoma City Energy í USA.