Danski landsliðsleikarin, Victor Fischer, sum í fleiri ár hevur eitt av stóru talentunum í donskum fótbólti, fer komandi kappingarár at spæla í ensku Premier League.
Tað tykist í øllum førum ógvuliga sannlíkt, um man skal trúgva donskum miðlum.
Tað eru uppflytararnir Middlesbrough, ið ætla at keypa danska leikaran frá hollendska Ajax, har hann hevur spælt síðani 2011.
Victor Fischer skoraði fyri nøkrum árum síðani nógv mál fyri hollendska felagið, men hevur seinastu tíðina sitið nógv á bonkinum fyri Ajax.
Middlesbrough rindar væntandi umleið 40 milliónir krónur fyri 21 ára gamla danska leikaran, sum í nærmastu framtíð fyllir 22 ár.