Danskur framherji til FC Suðuroy

FC Suðuroy, sum skal spæla í næstbestu deildini í 2011, hevur knýtt ein danskan framherjan at hópinum, sum hevur skotið eina rúgvu av málum í Danmarksseriuni. Talan er um Nicklas Paulsen, sum hevur verið í samráðingum við fleiri donsk feløg, men eingin semja er funnin, skrivar www.ligabold.dk.

 

- Støðið samsvarar við Danmarksseriuna, og umstøðurnar eru fínar, sigur hann í stuttari viðmerking, sambært heimasíðuni.

 

Nicklas Paulsen skeyt 18 mál fyri Svebølle í Danmarksseriuni síðsta kappingarár.