Danskur framherji til B68

Danska heimasíðan bold.dk skrivaði í gjár, at 34 ára gamli Brian Andresen skal spæla við B68 í seinnu kappingarhálvu

Danski framherji skeyt í farna kappingarári seks mál fyri Glostrup í triðbestu donsku deildini.

- Avtalan kemur upp á pláss í vikuni. Føroyska flytingarvindeygað letur aftur tann 16. juli, og tá skal alt verða komið í lag. Vit eru samdir, og einans undirskriftin manglar. Eg tosaði við Glostrup, og teir vildu lata meg fara, so eg kundi royna eydnuna í Føroyum. Tað eri eg sera fegin um, sigur hann.

B68 hevur ikki gjørt fleiri enn níggju mál í hesum kappingarárinum, og ætlandi skal danski framherjin bøta um málskjótingina. Sáttmálin er galdandi til 1. november í ár.