Thomasia Carolina Marin Súsanna Pedersen, eisini kallað Masa, er fødd og uppvaksin í Vági í Suðuroy, men flutti í 1947 til Ærø í Danmark. Hon skuldi bara steðga í eitt ár hjá kenningum á Ærø, men hitti síðan mannin og var verandi.
Í dag er hon 96 ár, býr á ellisheimi, og er næstan blind.
Listabólkurin Apperaat hevur gjørt film um Masu. Hon tosar um kærleika, um føðilandi og um lív sítt.
Filmurin verður frumsýndur á Ærø 20. mars.
Her sæst brot, ein brellbiti, úr filminum