Danskur føroyavinur skal seta Faroe Pride

Kendi danski sjónvarpsverturin skal seta ársins Faroe Pride

Ársins Faroe Pride verður sett av kenda danska sjónvarpsvertinum Hans Pilgaard, sum m.a. hevur verið og er vertur fyri sjónvarpssendingarnar "Hvem vil være millionær", "Go'aften Danmark", ”Venner for livet”, ”Den store klassefest” og "Sæt pris på Danmark".

 

Vælumtókti sjónvarpsverturin er eisini stórur Føroyavinur og hevur vitjað í Føroyum fleiri ferðir áður. Eitt nú var hann ein partur av sjónvarpsrøðini "Sæt pris på Danmark" upptikin í Føroyum og sýndur á TV2 herfyri. Vælumtókti sjónvarpsverturin er giftur við Jobbe Pilgaard, som eisini verður við á ferðini til Føroyar. Faroe Pride 2019 verður sum vanligt á skránni 27. juli í Tórshavn.

 

Umframt at vera sjónvarpsvertur og journalistur, so hevur Hans Pilgaard eisini skrivað ævisøguna ”Støj og fortielser", har hann opið og ærligt lýsir sítt privatlív, sína yrkisleið og lívið sum samkyndur maður.

 

 

Faroe Pride fyri 10. ferð

Síðstu árini hevur Faroe Pride drigið nógv ymisk navnfram føroysk og útlendsk fólk til sín.

Eitt nú kann nevnast Rufus Gifford, fyrrverandi amerikanskur sendiharri, Jóhanna Sigurðardóttir, fyrrverandi forsetisráðharri í Íslandi, Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri í Tórshavn, Jón Gnarr, fyrrverandi borgarstjóri í Reykjavík, Marjum Bæk, prestur og Kinna Poulsen, listaserfrøðingur og ummælari.

Harumframt hava flestu føroyskir tónleikarar luttikið og spælt til árligu Pride konsertina.

 

Fyrireikningarnar til stóra tiltakið eru annars farnar í gongd, nú tað í ár er tíggindu ferð, at LGBT Føroyar, rørslan til frama fyri samkynd, tvíkynd og tvørkynd í Føroyum, skipar fyri Faroe Pride.

 

Í dag verður árliga skipað fyri Pride tiltøk kring allan heimin - og fyri tíggindu ferð eisini í Tórshavn.