Umframt at tað var rættiliga óvanliga tíð, klokkan 13, at dysturin við Løkin í Runavík í gjár var spældur, var eisini nakað øðrvísi enn tað vanliga á vøllinum. Dómarin hesa ferð var ikki ein av teimum, vit kenna frá føroysku kappingini, men danski dómarin, Michael Tykgaard, ið var gestadómari henda dystin. Hetta er liður í dómaraumbýtinum, sum er millum Norðurlond, og millum annað var orsøk til, at Dagfinn Olsen herfyri var í Danmark og dømdi ein dyst.










