Danskur borgari ákærdur fyri hópdráp av 1000 fólkum

Danskir miðlar eru í morgun merktir av tíðindunum um, at ein danskur statsborgari verður mettur at hava verið partur av hópdrápum í Rwanda undir ógvusligu hendingunum har í 1994

 

 

Maðurin kom til Danmarkar í 2001 og fekk danskan statsborgaraskap í 2014. Danskir miðlar skriva, at viðkomandi er handtikin fyri at hava luttikið í fólkamorðinum í Rwanda, og at hava verið aktivur undir hópdrápum, har yvir 1000 fólk vórðu dripin.

 

 

Tað er danski ákærdumyndugleikin, sum stendur handan tíðindini, og mett verður, at tað er grundarlag fyri at útlevera mannin til Rwanda, sum vil seta hann fyri dómstól í landinum. 

 

 

 

 

Maðurin er 49 ára gamal og býr í Norður Sælandi. Illgruni er um, at maðurin hevur luttikið í fleiri hópdrápum í ógvusligum hendingunum, har partar av hutu-fólkunum fóru eftir tusti-fólkunum. Áleið ein milliónir fólk vórðu dripin undir 100 dagar.

 

 

 

- Hann 49 ára gamli er undir illgruna fyri at hava luttikið í hópdrápum í kirkju og á einum universiteti, har meira enn 1000 fólk vórðu dripin, sigur Martin Stassen, sum er ákæri hjá Statsadvokatinum fyri Serstakan Fíggjarligan og Altjóða Kriminalitet, SØIK, sambært Politiken.

 

 

 

- Tað er alvorligt at senda ein danskan statsborgara fyri rættin í Rwanda. Men eftir at hava kannað málið væl, metir SØIK, at tað er grundarlag fyri at senda mannin av landinum, sigur hann við Politiken. 

 

 

 

Danskir miðlar skriva, at talan hevur verið um langt kanningararbeiði, har leikluturin hjá hesum 49 ára gamla manni er lýstur í samstarv við altjóða rættarsamfelagið. 

 

 

Danmark skal ikki taka støðu til, um tann mistonkti er sekur, tá ið talan er um eina útleveringssak, skrivar Politiken. Í morgin verður maðurin framsettur til grundlógaravhoyringar í rættinum í Hillerød.