Á tingfundinum mánadagin skal Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, svara nøkrum spruningum um dansktundirvísingina í fólkaskúlanum. Tað er Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum hevur landsstýrismanninum seks spurningar.
Tingkvinnan spyr soleiðis:
1. Hvussu hevur tilgongdin verið til at gera nýggjar námsætlanir í fakinum danskt í fólkaskúlanum?
2. Hvussu nógvir frálærutímar eru í føroyskum frá 1. til 9. flokk?
3. Hvussu nógvir frálærutímar eru í donskum frá 1. til 9. flokk?
4. Hvørji krøv verða sett til próvtøkurnar hjá 9. floks næmingum í føroyskum?
5. Hvørji krøv verða sett til próvtøkurnar hjá 9. floks næmingum í donskum?
6. Verða uppgávurnar til próvtøkurnar í donskum gjørdar í Føroyum ella keyptar úr Danmark?
Í viðmerkingum til spurningar vísir Gunvør Balle á, at ein ávís óvissa hevur valdað seinastu árini um danskt sum lærugrein í fólkaskúlanum.
– Nú er tó endaliga staðfest, at danskir lærustovnar hava slept kravinum um, at føroyskir næmingar skulu hava danskt á A-stigi fyri at koma inn. Hetta kemur at broyta støðuna hjá danskt-fakinum í fólkaskúlanum, og tí fer avleiðingin sjálvsagt at verða, at námsætlanir, uppgávur og próvtøkur í donskum broytast samsvarandi, sigu hon.
Hon vísir síðani á, at sum skilst, hava lærarar luttikið í arbeiðinum at orða ætlanir fyri ymsu lærugreinarnar, harímillum danskt. Frá lærarum frættist, at tá lidnu námsætlanirnar komu aftur úr Mentamálaráðnum, vórðu teir ørkymlaðir, tí tey ikki kendu seg aftur í lidna arbeiðinum.
Hon sigur víðari, at tá talan er um skrivligu próvtøkuna hjá 9. flokki, so letur til, at enn fleiri broytingar nýliga eru framdar í námsætlanini. Í námsætlanini stendur nú:, at skrivliga próvtøkan í donskum fevnir um tveir tættir: Máluppgávu, sum fevnir um málførleika, staviførleika og lesifatan, umframt framseting. Skrivliga próvtøkan í málførleika, staviførleika og lesifatan varir 90 minuttir, meðan hon áðrenn vardi ein tíma.
– Hetta er sama áseting, ið danskir fólkaskúlanæmingar hava í donskum, teirra móðurmáli. Fyri danskt-lærarum sær tað út sum, at støðið í donskum verður væl hægri enn í føroyskum, og spurningurin er tí um tað er tilætlað ella ein feilur, spyr Gunvør Balle.
Síðani vísir hon á, at í føroyska fólkaskúlanum hevur lærugreinin føroyskt yvir dupult so nógvar tímar fyrstu níggju árini sum lærugreinin danskt.
– Tá næmingarnir fara til fráfaringarpróvtøku, má hædd sjálvsagt takast fyri hesum muni. Skulu próvtøkurnar endurspegla undirvísingina, so eigur stórur munur at vera millum próvtøkuna í donskum og í føroyskum. Men heldur enn at linka, so eru krøvini til próvtøkuna í donskum nú herd, bæði í longd og í innihaldi, og spurningurin er um próvtøkukrøvini ikki eru júst tey somu, sum danskir fólkaskúlanæmingar hava í donskum, sínum móðurmáli, sigur Gunvør Balle í fyrispurninginum, sum stendur á skránni til tingfundin mánadagin klokkan 11.