Danskt slott til sølu

Eigur tú 25 milliónir, so kanst tú ogna tær títt egna slott.

Ulrikholmsslot er sett til sølu, skriva danskir miðlar í dag. Slottið er upprunaliga bygt í 1636 til Ulrik Christian Gyldenløve, sum var sonur Christian IV. 

 

Ulrik Christian Gyldenløve gjørdist tó bert 28 ára gamal av malaria, so hann fekk ikki stóra gleði av slottinum. 

 

Síðani hava fleiri aðalsættir átt gamla slottið, sum sambært donskum miðlum er 894 fermetrar og hevur ein kjallara á 700 fermetrar. 

 

Ein persónur býr til leigu á slottinum í dag. Sambært húsameklarafyritøkuni handan sermerktu søluna, selur ánarin, tí tørvur ikki longur er á slottinum. 


Slottið stendur til sølu fyri 25 milliónir krónur.