Danskt sjóverjuskip ímóti sjórænarum

Sjóverjuskipið Thetis skal verja farmaskip ímóti sjórænarum úti fyri somalisku strondini Sjóverjuskipið Thetis fór í morgun av flotastøðini í Frederikshavn at royna vápnini, sum skipið skal brúka ímóti sjórænarunum úti fyri somalisku strondini. Millum annað skal skipið royna ta størstu kanónina fyri at tryggja, at hon virkar, sigur danska útvarpið.

Ætlanin er, at Thetis skal fara úr Danmark mánadagin, so skipið kann loysa eitt franskt herskip av tann 1. februar.

Enn hevur Fólkatingið ikki samtykt at senda Thetis at verja handilsskip ímóti sjórænarum. Tann viðgerðin verður ikki fyrr enn tann 17. januar, men tað er kortini longu nú greitt, at meiriluti er fyri ætlanini, og tí fer skipið avstað.