Danska reiðaríið Clipper Group hevur gjørt av at hava vápnaðar vaktarmenn umborð á skipum felagsins fyri at verja tey ímóti somaliskum sjórænarum. Skipini hjá Clipper Group sigla ikki undir donskum flaggi.
Per Gullestrup, sum er stjóri í Clipper Group, sigur, at øll skipini hjá felagnum hava vápnaðar vaktarmenn umborð, og at í flestu førum er talan um bretar, sum hava eina hernaðarliga fortíð.
Tað er ikki bara Clipper Group, sum hevur vápnaðar vaktarmenn umborð sínum skipum. Per Gullestrup sigur, at í dag eru vápnaðir vaktarmenn umborð nógv teimum flestu skipunum, sum sigla í Adenvíkini, Arabiska Havinum og Indiska Havinum, har sjórænararnir gera um seg.