Danska reiðaríið Blue Star Line, sum er heimahoyrandi í Faaborg, er farið konkurs.
Tað skrivar Fyens Stiftstidende.
Blue Line Star hevur havt stór hall seinastu trý árini – næstan 70 milliónir krónur skeiva vegin – og útlitini fyri at venda gongdini eru vánalig.
Tí kann felagið ikki halda fram við sínum virksemi.
Høvuðspartaeigarin og stjórin Tom Hald harmast, at 130 fólk missa arbeiðið.

Danskt reiðarí farið á heysin

