Tá »anonym« í bløðunum fríggjadagin 28. nov. ber fram, at tað var eitt álvarsamt undanspæl undan kreppuni, sum føroyska samfelagið kom í, er tað neyvan nakar her á landi, sum ikki gevur viðkomandi rætt. Rentuspekulatiónin var komin á eitt skilaleyst støði, og vit mundu vera fleiri, ið sansaðu vandan, men politikararnir lótust ikki um vón, meðan tíð var ? ikki ein. Lætt at siga aftaná, men stýring skuldi havt verið sett á peningarenslið inn og út av landinum. Av tí at hetta ikki varð gjørt, máttu peningastovnarnir á ein ódámligan hátt pranga ein stóran part av síni yvirflóð av innistandandi peningi á okkum vanligu borgarar, helst sethúsaeigararnar. Og tá so á stóð, sluppu øll tey, sum áttu pening í føroysku peningastovnunum, frítt at flyta teir av landinum. Tað skuldu tey ikki sloppið.
Rætt skal vera rætt. Føroysku politikararnir fóru eftir valið í 88 í holt við at rætta kósina. Ótálmað uttanlandslán vórðu steðgað, rentuspekulatiónin varð steðgað, og ymisk onnur tiltøk vóru sett í verk. Tíverri varð fríur peningastreymur av landinum ikki steðgaður. MEN, vit eru fleiri her á landi, sum hava ein ógvuliga sterkan mistanka um, at danskir myndugleikar planløgdu og gjøgnumførdu eitt komplot móti føroyska samfelagnum. Tað er henda mistanka, vit ynskja avkláraðan, og vónandi kann bankakanningin geva so fulla greiðu sum gjørligt á hesum viðurskiftum. Er hann ógrundaður ? fínt, so vita vit tað og kunnu liva víðari við tí. Men er hann grundaður, so haldi eg, at vit føroyingar eiga at gera alvorliga upp við sambandsmentalitetin.
Ein av teimum fáu, sum frítt kann senda Dulnevnd lesarabrøv
Dánial á Dul Jacobsen