Musikkoret København er samansett av sangarum og tónleikarum. 38 sangarar og 14 tónleikarar koma til Føroyar tann 2. juli. Orkestrið hevur eisini tveir føroyskar tónleikarar.
Endamálið hjá kórinum er, at boða gleðiboðskapin í gjøgnum sang og tónleik. Og hevur tað verið í mongum londum á konsertferðum. Seinast tey vóru uttanlanda var í 2001, tá tey vitjaðu í Spania.
Løgini, sum kórið syngur, eru bæði einføld a-capella satsir, sangir og sálmar og krevjandi kór og orkesturverk.
Kórið skal sum sagt halda fýra konsertir. Sunnudagin 4. juli í Christianskirkjuni í Klaksvík, mándadagin 5. juli í Fríðrikskirkjuni á Toftum, 7. juli í Vesturkirkjuni í Havn og tann 8. juli í Vestmanna kirkju. Allar konsertirnar eru ókeypis.
Kór og orkestur syngja og spæla Handel, Haydn, Puccini, Vivaldi, Mozart, Gade og nakrar sangir og sálmar.