Tað er ikki á hvørjum halgidegi, at ein hevur kórvitjan til eina gudstænastu í Havnar kirkju.
Hetta er kortini júst tað sum fer at henda við gudstænastuna í morgin, sum er Kristi Himmalsferðardagur.
Við hesa gudstænastuna fer nevniliga danski vokalbólkurin Kolorit at syngja. Hetta er eitt blandað kór, hvørs kórleiðari er Niels Græsholm, og sum vitjar í Føroyum í hesum døgum. Tey syngja lívligan, lættan og rútmiskan kórtónleik og eisini sálmasang.
Tað verður annars Sonja Klein sum fer at prædika við gudstænastuna, sum byrjar klokkan 11.
Leggjast kann aftrat, at gudstænastan verður tikin upp og víst í Kringvarpinum.