Nú Norrøna fer til Keypmannahavn at virka sum hotel-skip, verður skipað fyri jóla-cruise til Esbjerg og Keypmannahavn. Siglt verður frá Esbjerg tann 5. Desember og komið verður til Keypmannahavnar dagin eftir.
Umframt at skipa fyri undirhaldi, verður jólalig buffét og dansur eisini á skránni á ferðini.










