Neistin hevur gjørt avtalu við eitt danskt hondbóltspar. Talan er um 32 ára gamla Rasmus Søby úr Jútlandi, sum er vinstra handaður bakspælari og 36 ára gomlu Stinu Madsen úr Jútlandi, sum er vongspælari, skrivar Neistin í tíðindaskrivi.
Rasmus Søby, sum skal spæla við besta mansliðnum, verður lýstur sum ein royndur spælari. Hann hevur spælt yrkishondbólt í fleiri ár. Hann hevur eitt nú spælt í feløgum sum Bjerringbro FH, Fyllingen IL, Artepref Aranda, HSG Varel, ASV Hamm, Lemvig/Thyborøn og Mors-Thy. Rasmus Søby spælir í løtuni við Fredericia HK í 1. deild.
Stina Madsen, sum skal spæla við besta kvinnuliðnum, verður eisini lýst sum ein royndur spælari. Hon hevur spælt við feløgum sum Slagelse FH/DT, FCK håndbold, Team Esbjerg og HC Odense. Hon hevur eisini roynt seg sum ungdómsvenjara.
Rasmus Søby og Stina Madsen liva saman. Við heimasíðuna hjá Neistanum siga tey bæði, at tey gleða seg nógv til hesa avbjóðingina, og vóna at kunna geva av sínum royndum til bestu liðini hjá Neistanum.
Avtalan er galdandi frá 1. august og í fyribils í eitt kappingarár.










