Enn hevur eingin frætt frá danska farmaskipinum Leopard, sum varð álopið av sjórænarum í Aden-víkini úti fyri strondini í Oman í gjár. Samskiftisútgerðin hjá skipinum er sløkt.
Sambært danska uttanríksiráðnum eru seks mans við skipinum, tveir danir og fýra av Filipsoyggjunum.
Reiðaríið Shipcraft í Hørsholm eigur Leopard, og stjórin, Claus Bech, hevur greitt frá, at hann seinnapartin í gjár fekk boð um, at sjórænarar skutu eftir skipinum. Síðani hevur hann einki frætt.
Leopard er 2.000 tons stórt. Skipið er útgjørt við píkatráði og stálplátum fyri hurðar og vindeygu, og tí heldur reiðaríið, at manningin hevur fingið stundir at leita sær skjól í einum tryggum rúmi, áðrenn sjórænararnir eru komnir umborð.